Toluligt úrslit hjá KÍ í Sveis

KÍ hevur í kvøld spælt fyrsta dystin í triðja umfari av Europa League

KÍ hevur í kvøld tapt 1-0 ímóti Luzern FC á útivølli. Hetta er eitt fínt úrslit hjá liðinum úr Klaksvík, men KÍ leikararnir fara helst at sita við einari keðiligari kenslu aftaná dystin, tí avgerandi málið kom eftir 93 minuttir.


Hetta var ein harður dystur hjá KÍ, og klaksvíkingar runnu aftaná so sum allan dystin. KÍ hevði ein risa málmøguleika í dystinum, hann kom beint áðrenn hálvleik, og fall fyri høvdið á Páll Klettskarð, men ein ótrúlig bjarging syrgdi fyri at hálvleikstøðan var 0-0.

KÍ var undir stórum trýsti teir fyrstu minuttirnar, men fingu betur tamarhald á Luzern, sum hálvleikurin leið. KÍ stóð væl í síni 4-5-1 uppstilling, og klaksvíkskingar vóru góðir at taka ímóti teimum mongu innleggunum, ið komu bæði úr vinstru og høgru.

Hetta var eitt gott avrik, og alt gekk næstan eftir ætlan stórar partar av seinna hálvleiki. Fyrsta hálva tíman í seinna hálvleiki hevði KÍ gott tamarhald á dystinum og stýrdi dystinum tó uttan bólt. 


Trýstið hjá Luzern kom teir seinastu 15 minuttirnar, og KÍ stóð fyri skotum. Heili tríggjar fer rakti Luzern stongina, og sveisiska liðið hevði eina rúgvu av góðum málmøguleikum, beint framan fyri KÍ málinum. Tað forloysandi málið kom síðani í longdu leiktíðini, og málskorarin var Christian Schneuwly.


Hetta var ein uppiborin sigur, um hugt verður eftir leikgongdini, men klaksvíkingar kunnu fara til Føroyar aftur við góðum úrsliti og eini vón um at spæla seg víðari í Europa League.