Áðrenn talvini mikudagin var fremsta málið hjá føroysku telvaranum at reisa seg aftur eftur tvey svíðandi stórtap. Ætlanin var púra greitt, at dysturin skuldi vinnast sannførandi. Dysturin varð eisini vunnin, men føroysku telvarnir fingu bara partvísa uppreisn, tí sigurin gjørdist ikki so sannførandi sum hann átti at verið. Føroyar vunnu 2,5-1,5 móti Sri Lanka, styrkismett nummar 103.
John er drúgvastur
Tað er eingin ivi um at John Rødgaard er drúgvasti føroyski telvarin á hesi olympiaduni. Hann hevur telvað øll umførini uttan eitt, og hann hevur bara tapt tvey talv. Stundum hevur hann sitið á øðrum borði og stundum á fyrsta borði.
Móti Kyrgisia og aftur móti Sri Lanka sat hann á fyrsta borði. John tapti móti kyrgisanum, men hann vístið í dag, at slíkt ikki endurtekur seg. John vann sannførandi sín dyst, og tað var eingin ivi um, at hann fór at fáa fulla úrtøku.
Heini Olsen hevur eisini verið treystur í kappingini, hóast hann ikki er komin uppá 50% enn. Hann hevur havt sera harða mótstøðu. Ein stórmeistari og fimm altjóða meistarar hava sitið hinumegin borði, so Heini ger eitt stórt lop, tá næsti ratingtlistin kemur út.
Undan talvinum var greitt, at Heini hevði ein evarska lítlan møguleika at røkka sínum fyrsta IM normi, men tað gekk ikki hjá honum. Han telvaði bert javnt og kravið var púra einfalt fýra sigrar í fýra talvum. Heini royndi tó sítt ítarsta at varðveita lítla møguleikan.
Hóast talvið leingið var púra javnt, royndi Heini alt hann var mentur at koppa støðuni, men til fánýtis. Talvið var púra javnt og har gjørdist einki.
Eyðun Nolsøe hevur verið heppin í lutakastinum og fekk aftur í dag hvíta fólkið. Hann var drúgvari enn mótstøðumaðurin, sum kortini fekk javnvág í talvið eitt skiftið. Men Eyðun var knappur og settið eina fellu, sum hin steig beint í og so var talvið vunnið hjá Eyðuni.
Fjórða borð hevur roynst føroyingunum nakað misjavnt. Teir báðir unglingarnir Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen hava sum oftast røkt fjórða borð, men hvørgum teirra hevur eydnast at bíta seg fastan. Martin Poulsen fekk møguleikan móti Sri Lanka, men telvaði óneyvt og var við undirlutan meginpartin av talvinum. Martin treiskaðist nakað, men fekk einki burturúr og legði kongin.
Fyrsti sigurin
Føroyar fingu sigurin sum ætlanin var, men sigurin var dekan ov lítil. Hetta var fyrsti sigur hjá Føroyum móti Sri Lanka. Dysturin var triði dysturin millum londini.
Føroyar hava nú 20,5 stig fyri 11 dystir. Trý umfør eru eftir, so skulu tey 50% røkkast sum málið er, skal føroyska liðið fáa 7,5 stig í trimum dystum og tað kann gerast trupult. Vónirnar til hetta liðið vóru stórar undan kappingini, tí hetta er sterkasta liðið nakrantíð, sum hevur umboða Føroyar á talvolympiaduni. Men um lutakastið verður heppið komandi 3 umførini, kann málið um helvtina av teimum møguligu stigunum røkkast, men longur slepst neyvan á hesi olympiaduni.
Føroyar-Sri Lanka, 11. umfar
John Rodgaard - Nirosh De Silva1-0
Heini Olsen - G Laxman Wijesurija0,5-0,5
Edun Nolsoe - T D R Pieris1-0
Martin Poulsen - M K A Russel0-1









