Tolnir meistarar sita á toppinum

Hóast heimaliðið í norðoyastevnudystinum ikki var so væl fyri, sum tað oftast hevur verið fyrr í ár, so eydnaðist tað at enda at vinna sannførandi sigur ímóti EB/Streymi, sum eina løtu royndi at bjóða av

Árni Frederiksberg staðfesti í síðstu løtu 3-0 sigurin í norðoyastevnudystinum hjá KÍ ímóti EB/Streymi

KÍ og norðoyastevnan hava ikki altíð verið bestu vinir. Men tað er so mangt í fótbóltinum í Klaksvík, sum nú er øðrvísi, enn tað plagdi at vera.

 

Í kvøld var norðoyastevnudystur millum KÍ og EB/Streym, og heimaliðið vann 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

Valerijs Sabala var í kvøld millum teir fyrstu ellivu hjá heimaliðnum. Hann var á vøllinum í fyrra hálvleiki, og hann takkaði fyri álitið við beinanvegin og úr heilt stuttari fjarstøðu at seta hol á.

 

Uppspælið var í vinstru, har Patrick Da Silva leingi var ógvuliga væl upplagdur og aftur og aftur var við í góðum samanspæli og aftur og aftur legði flatt og vandamikið innfyri.

 

Í løtum royndi EB/Streymur at leypa á frammarlaga, og einar tríggjar ferðir var um reppið, at tað eydnaðist at fáa mál. Men royndirnar ímóti málinum vóru ikki nóg neyvar, og KÍ málverjin vardi væl.

 

KÍ legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist tó ikki at fáa úrtøku úr góðu leikferðini, og so var tað kanska eitt sindur stressað í eina løtu, tí málmunurin bara var 1-0.

 

-Vit royndu at toga liðið hjá teimum sundur, og teir vóru leingi rættiliga raskir, men fram ímóti endanum eydnaðist tað at skora tvey mál aftrat, og vit eru væl nøgdir við sigurin og úrtøkuna í stigum og málmunin. Vit arbeiða hart undir venjing, og vit kenna okkum at vera motiveraðar. Avbjóðararnir eru klárir at taka av, um vit kiksa, men eg haldi ikki, at vit kenna nakað trýst á okkum, sigur Páll A. Klettskarð hjá KÍ.

 

Tá ið eitt lítið korter var eftir, var tað Páll A. Klettskarð, sum við høvdinum og við handara stólpa setti bóltin í málið, eftir at eyðsýndi Mads Bo Mikkelsen legði fram úr vinstru, og heilt at enda var tað Árni Frederiksberg, sum sneiddi seg inn úr høgru og framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið. Uppleggið átti Jákup B. Andreasen, sum í seinna hálvleiki í løtum var vongverji í vinstru.

 

-Vit eru nøgdir við avrikið hjá okkum. Høvdu vit havt marginalarnar við okkum, so kundi Niklas T. Kruse í fyrra hálvleiki havt skorað eitt mál. KÍ eigur gott lið, og tað var spell, at munurin at enda varð trý mál, sigur EB/Streyma liðformaðurin Andras Ó. Olsen.

 

Jóannes Bjartalíð var ikki á KÍ liðnum í kvøld, Deni Pavlovic spældi bara seinna hálvleik, og í seinna hálvleiki var Claes Philip Kronberg á vøllinum.

 

 

 

KÍ – EB/Streymur 3-0 (1-0)

 

1-0: Valerijs Sabala 6.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 78.

 

3-0: Árni Frederiksberg 93.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jesper Brinck (Deni Pavlovic, 46.), Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen (Dávid B. Andreasen, 88.), Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Valerijs Sabala (Claes Philip Kronberg, 46.)

 

Gult kort: Dmytro Lytvyn (á beinkinum)

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Rói H. Olsen, Andras Ó. Olsen, Elias El Moustage – Niklas T. Kruse (Sørin Wardum, 84.), Dánjal Godtfred (Høgni Hummeland, 89.), Mikkjal Hellisá, Bogi Reinert-Petersen (Sverri Mariusarson, 89.), Jóhann Hansson Joensen – Tóki H. Johannesen (Jákup Hummeland, 77.), Gutti Dahl-Olsen (Hannus Esmarsson Eiðisgarð, 89.)

 

Gult kort: Jóhann Hansson Joensen, Dánjal Godtfrerd

 

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

Árni Frederiksberg staðfesti í síðstu løtu 3-0 sigurin í norðoyastevnudystinum hjá KÍ ímóti EB/Streymi