Benoit Coeure, ein av hægstu embætisfólkunum í Evropeiska Sentralbankanum (ECB), ávaraði í dag um, at arbeiðsloysi og lágur búskaparvøkstur er í ferð við at máa støðið undan ES.
Tað gjørdi hann greitt á seinasta degnum á Davos, har kjaktorg fyri heimsbúskapin hevur verið síðani mikudagin.
Á árliga kjaktorginum luttaka um 2.500 av mætastu handilsmonnunum, altjóða politiskir leiðarar, úrvals akademikarar umframt tíðindafólk, sum seta stórmál á dagsskrá.
Benoit Coeure úr ECB nýtti høvi at eggja politisku leiðarunum at fara undir búskaparliga nýskipan, eftir at ECB hósdagin setti í verk ein fíggjarpakka á 1.1 billiónir evrur, ella nærum 7.5 billiónir krónur.
Sambært honum kann Evropeiski Sentralbankin lætta um hjá ES londunum at gera íløgur og annað, men at koma arbeiðsloysinum til lívs krevur tiltøk frá einstøku stýrunum í evropeisku londunum.
- Við lágum vøkstri og rótføstum arbeiðsloysi, síggja vit, at støði verður máa undan politiska grundvøllinum, ið Evropeiska verkætlanin byggir á. Bara at brynja okkum við toli, er ein váði vit ikki eiga at taka, segði Benoit Coeure á Davos í dag.