Fyri tveimum árum síðani fekk oljufelagið Wexco rættindi til at útvinna olju í umráðnum við býin Løgumkloster í Suðurjútlandi. Men enn er eingin olja komin upp úr jørðini, og sambært JydskeVestkysten eru fólk á staðnum farin at ótolnast. Men tey eru ov ótolin, sigur Steffen Bjørn Olsen í Orkustýrinum við danska útvarpið.
-Hetta er púra vanligt í hesari vinnuni. Feløgini keypa seks ára loyvir, og tað er púra vanligt, at tey brúka tey fyrstu fýra árini til at kanna viðurskiftini á staðnum, áðrenn tey søkja um loyvi at bora, sigur Steffen Bjørn Olsen við DR.
Eitt felag, sum ætlar sær at leita eftir olju í Danmark, skal rinda tí almenna 25.000 krónur, áðrenn borurin verður settur í jørðina. Vísir tað seg so, at tað kann loysa seg at útvinna olju ella gass, skal felagið rinda ríksikassanum 100.000 krónur, áðrenn tann fyrsta oljan verður útvunnin, og harafturat skal ríkiskassin hava ein fastan part av tí árliga avlopinum.