Seinastu vikuna hava vit hoyrt eitt nú narkodeildina hjá løgregluni greitt frá, at tað eru sera nógv hørð rúsevni í umferð í Føroyum, og at tað gongur striltið at fáa bast innflutninginum av rúsevnum til Føroya.
Ein orsøk er ivaleyst, at tolleftirlitið manglar játtan til arbeiðsorku. Sum øll vita, so er talið av ferðafólki, ið koma til Føroya, og nøgdin av posti og aðrari vøru, sum kemur til landið, vaksið við rúkandi ferð seinastu mongu árini. Til dømis er talið av postpakkum tvífaldað eftir bara fýra árum.
Men hóast vøksturin hevur verið sera stórur, so er starvsfólkahópurin á tolldeildini óbroyttur seinastu 20 árini. Tað stendur í eini frágreiðing, sum TAKS hevur gjørt til Fíggjarmálaráðið í fjør, har tað eisini bleiv mælt til, at deildin fekk hægri játtan til fleiri fólk.
Men tilmælið er ikki fylgt.
Vit hava meiri um trupulleikarnar við rúsevnum og rúsevnaeftirliti í Sosialinum, sum er borin út í hvørt hús í landinum í dag, og meiri verður eisini at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum fríggjadagin.











