At síðan blaðskriving aftaná fer at verja tað, sum Kári hevur ført fram í sinnismuni, er beinleiðis tollut og tollut er sambært orðabókini hálvbýtt ella fjákut.
Seinni heimsbardagi endaði í 1945 og tað eru 65 ár síðani. Tað eru bara núlivandi týskarar, sum eru omanfyri 85 ár, sum kunnu ábyrgdast fyri nakran av teimum ræðuleikum, sum fóru fram undir seinna heimsbardaga.
Tað vil siga, at ein og hvør føroyingur, sum roynir at turka egna undirlutakenslu upp í ræðuleikarnar hjá týskarum undir seinna heimsbardaga, fyri at hevja seg sjávan, kemur at raka eini 80 milliónir ósekar týskarar, áðrenn hann kanska rakar onkran einstakan sekan millum tær seinastu fimm millióninar í fólkaríkastu tjóðini í Europa.
Og tílíkt er tollut.
Eg havi búð í Hamborg, og týskarar eru virðligt fólk at liva saman við í dag. Nazisman fekk rættuliga fastatøkur í Týsklandi, fór fullkomiliga yvir gevind, misti tamarhaldið og endaði í sorgarleiki. Hon kundi eins væl fingið fastatøkur aðrastaðni í fasistiska Europa um tað mundið. Eitt nú var bretski yvirklassin ógvuliga vinarliga sinnaður móti nazistunum.
Sum ungur var eg villur við knívinum í grindadrápi. Í dag setir tað at hjartanum, tá ið eg eri vitni til eitt grindadráp. Tað er við blandaðum kenslum og harmi í hjarta, at eg skrivi meg upp og farið eftir seðlinum. Mær dámar enn stak væl grind, og eg kann eisini vera hana fyri uttan.
Kanska prísurin fyri grindadráp verður okkum ov dýrur í framtíðini, eg veit tað ikki, og eg havi ein sterkan illgruna um tað.










