Tollur, tónleikur og sex á Rás 2

Í morgunsendingini á Rás 2 í morgun fer G!-festivalurin at kunngera fýra nýggj nøvn, samrøða verður við X-faktor Jógvan og kjak verður um tollmálið og 50 Shades of Grey.

 

Í morgunsendingini á Rás 2 í morgun fer G!-festivalurin at kunngera fýra nýggj nøvn, samrøða verður við X-faktor Jógvan, Marius fer at spæla, umframt at kjak verður um tollmálið, 50 Shades of Grey og House of Cards.

 

Í fasta táttinum í morgunsendingini á Rás 2, Vikan, ið fór, fara teir tríggir panelluttakararnir, Sissal Kristiansen, Malan Eyðunsdóttir og Páll Oddur Rubeksen, at kjakast um aktuell evni úr vikuni, sum farin er.

 

Jørgen Niclasen vann rættarsakina móti teimum fýra miðlafólkinum. Hvat ger tað við Kringvarpið og portal.fo, at tey vóru funnin sek í ákærunum? Hvat ger tað við Jørgen Niclasen, at hann fekk viðhald?

 

Filmurin 50 Shades of Grey verður í hesum døgum vístur í biografunum um heimin. Ymiskar røddir hava verið frammi um hendan filmin, sum hevur fylt so nógv bæði hjá okkum og aðrastaðni. Er tað niðurgerandi móti kvinnum ella niðurbrótandi fyri okkara ungu at síggja slíkt?

 

Næsta sesong  av væl umtóktu sendirøðini House of Cards byrjar aftur í morgin. Hví eru vit so áhugað í henni?

 

Vikan, ið fór fer í luftina beint eftir tíðindini klokkan 11.

 

Áðrenn hetta fer G-festivalurin at kunngera fýra nýggj nøvn millum klokkan 10 og 11, Marius fer at spæla klokkan 10, umframt at ein samrøða verður við X-faktor Jógvan.

 

Tað er Barbara Holm, ið er vertur í morgunsendingini.