Fyrr í summar stevndi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Dia Midjord úr Kringvarpinum, fyri teirra dekning av tí sokallaða tollmálinum. Hann kærdi tey fyri ærumeiðing, og vildi hava rættin at taka avgerð í málinum.
Samstundis segði landsstýrismaðurin, at hann tók kæruna til fjølmiðlakærunevndina aftur, tí hann ikki metti tað vera eina gongda leið. Hann segði í hesum sambandi, at Kringvarpið eftir hansara tykki ikki hevði virðing fyri fjølmiðlakærunevndini, og tískil var óneyðugt at bíða eftir teirra úrskurði.
Størsti munurin millum at kæra til fjølmiðlakærunevndina, og at stevna er, at Kringvarpið verður - alt sum tað er - kært til fjølmiðlakærunevndina, meðan journalisturin Jan Lamhauge, tíðindaleiðarin Liljan Weihe, og stjórin Dia Midjord vera stevnd perónliga í seinna førinum.
Tað er heldur óvanligt, at journalistar persónliga vera drignir í rættin fyri tíðindaflutning. Vanligt er harafturímóti, at ábyrgdarhavarar av tíðindaflutningi í miðlum skulu standa til svars fyri tíðindaflutningi hjá øllum journalistum.
Fyrr í summar segði Jan Lamhauge við Rás2, at hóast Kringvarpið ikki hevur slept tollmálinum, so fer hann ikki at dekka málið víðari, tí tað riggar ikki heilt, sum hann málbar seg.
Í dag sigur Liljan Weihe, at Kringvarpið framvegis fer at dekka tollmálið, men vísir á, at tað ikki reiðiliga hóskar seg, at hon ella Jan Lamhauge standa á odda fyri tíðindaflutninginum í samband við tollmálið.
- Sjálvandi hava vit ikki fingið munnkurv, men tað gruggar málið, um eg ella Jan standa sum frontfigurar fyri tíðindi um tollmálið, sigur Liljan Weihe.
Hóast tíðindaleiðarin sigur seg ikki hava fingið munnkurv, so kann tað undra, at hon og Jan Lamhauge ikki longur skulu standa á odda fyri tíðindaflutninginum um tollmálið, tí tað "gruggar" málið.
Tað ber í øllum førum til at staðfesta, at stevningin hevur ført við sær, at journalisturin, sum hevur arbeitt við málinum, Jan Lamhauge og tíðindaleiðaran Liljan Weihe ikki longur kunnu standa á odda fyri tíðindaflutninginum í hesum sambandi.
Eitt annað áhugavert í málinum er, at í Kringvarpinum eru bæði journalistur, tíðindaleiðari og stjóri stevndir, meðan talan bert er um fyrrverandi tíðindaleiðaran á portal.fo, Svein Tróndarson, og ikki stjóran í fyritøkuni.