Tað var Sveinur Tróndarson, sum sat í vitnisstólinum, tá rættarfundurin varð settur klokkan gott 9 í morgun, og tað var verji hansara, Bjørn á Heygum, sum í fyrstu atløgu setti honum spurningar.
Sveinur Tróndarson var redaktiónsleiðari, tá Portalurin byrjaði at viðgera tollmálið fyri jól í 2013 og saman við Kringvarpinum gjørdi nógv burtur úr hesum máli tær næstu nógvu vikurnar.
Sveinur duldi ikki fyri, at tað í hansara starvi hjá Grannskoðaradeild Landskassans, at hann av fyrstan tíð fekk innlit í tollmálið hjá Niclasen-fyritøkuni í Sørvági, har Jørgen Niclasen tá var stjóri.
Sveinur byrjaði hjá landsgrannskoðaranum í februar mánaði í 1992, og tá var Leivur Harrysson stjóri. Hann vísti á, at fyri tíðina hjá Leivi hevði landsgrannskoðanin meira verið tað, hann rópti ”skjalavending”, men um hetta mundið fóru teir meira út at kanna viðurskiftini og eisini út á ófráboðaðar eftirlitsvitjanir.
Meðan Sveinur tosaði, minti dómarin hann tagnarskylduna, hann hevði í starvinum hjá landsgrannskoðaranum.
Sveinur segði, at tað var av tilvild, at hesar eftirlitsvitjanir júst byrjaðu í Sørvági, og 27. august í 1992 var hann sjálvur annar á eftirlitsvitjan hjá Niclasen-fyritøkuni í Sørvági og á tollavgreiðsluni í Vágum.
Hann segði, at óroyndur sum hann var í starvinum, dugdi hann á hesi fyrstu vitjanini í Sørvági ikki at gjøgnumskoða alt, hann sá. Men, eftir eina vitjan hjá fyritøku í Klaksvík stutt eftir, vaknaði hann, sum hann tók til - og sá, at alt ikki ruggaði rætt við tollavgreiðsluni hjá Niclasen-fyritøkuni í Sørvági.
Tí fóru teir beinanvegin aftur á ófráboðaða eftirlitsvitjan í Sørvági, og hesaferð vildu teir eisini síggja goymsluna. Á hesi vitjan í Sørvági tók Edmund Danielsen, sáli, sum tá var goymslumaður hjá Skipafelagnum Føroyar, ímóti teimum.
Sveinur Tróndarson segði, at nú vísti tað seg, at av 291 vørueindum, sum sambært tollstovuni skuldu vera á goymsluni í Sørvági, var bara ein vørueind har.
Hann segði, at vørurnar eftir áheitan frá stjóranum hjá Niclasen-fyritøkuni vóru útflýggjaðar, áðrenn tær vóru tollavgreiddar, og tað vísti seg eisini, at trupulleikar vóru á tollavgreiðsluni í Vágum at finna neyðugu pappírini.
Úrslitið av vitjanin í Sørvági var, at ein frágreiðing varð skrivað til landsgrannskoðaran og myndugleikarnar, og her endaði í grundini arbeiði hjá Sveini og hansara manni í Sørvági í hesum umfari.
Síðan hoyrdist einki aftur um málið fyrr enn fleiri ár seinni.
Í sínum starvi seinni sum tíðindamaður segði Sveinur seg seinni hava biðið um innlit í tollmálið, eins og onnur, hann hevði starvast saman við, eisini høvdu biðið um innlit.
Málið um tollviðurskiftini hjá Niclasen-fyritøkuni varð eisini latið løgregluni, men fútin helt seg ikki kunna reisa ákæru móti stjóranum í fyritøkuni, tí tað var Skipafelag Føroya, sum hevði ábygd av tollgoymsluni - og ikki Niclasen-fyritøkan.
Tá Sveinur varð avhoyrdur, helt hann fyri, at tollmálið í Sørvági hevur verið krógvað og tagt burtur í fleiri ár - til tað í desember mánaði í 2013 eydnaðist at fáa innlit í málið.
Sveinur Tróndarsson segði, at redaktiónin á Portalinum var lítil og veik um hetta mundið í desember mánaði í 2013, og tí læt hann eisini Kringvarpinum avrit av innlitstilfarinum.
Tað var eisini í desember í 2013, at røðin av Dagur & Viku-sendingum um tollmálið byrjaði og helt fram í nógvar vikur - við teimum ákærum móti Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum Jørgen og sakførari hansara, Christian Andreasen, nú vilja hava tíðindafólkini, ið høvdu ábyrgd av hesum sendingum og ábyrgdina av Portalinum, dømd fyri.