Tollmálið nærkast nú endanum

- Eg eri ikki dømdur, ikki ákærdur og ei heldur skuldsettur, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fleiri ferðir ført fram.

Rættarmálið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann og tey fýra tíðindafólkini, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum og Svein Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum, nærkast nú endanum.

 

Tríggir dagar vóru avsettir til málið, sum byrjaði í Føroya Rætti mánamorgunin og helt fram í gjár við fleiri vitnisfrágreiðingum. Tá rættarfundurin verður settur í morgun klokkan 09.15 er sum skilst ein avhoyring eftir. Tá er tað Brynhild Thomsen, tíðindakvinna, sum skal avhoyrast.

 

Tá allar avhoyringarnar eru lidnar, verður tað, sum rópt verður prosedura, har advokatarnir hjá pørtunum fara at royna at sannføra dómaran um, at tað, sum tey hava ført fram og hava fingið lýst, tænir teirra søk, tá dómarin tekur sína avgerð.

 

Advokatur hjá Jørgeni Niclasen er Christian Andreasen, Brandur Ellingsgaard er verji hjá ávikavist Dia Midjord, Liljuni Weihe og Jan Lamhauge - og Bjørn á Heygum er verji hjá Sveini Tróndarsyni.

 

Jørgen Niclasen vil hava tey fýra dømd fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á nógv umrødda tollmálinum, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdu nógv burtur úr fyri jól í 2013 og tær næstu vikurnar og mánaðirnar eftir.

 

Í stevningini sigur Jørgen Niclasen, at tey fýra hava – í felag og áhaldandi – sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær fram til hálvan juni í fjør, tá hann stevndi.

 

Jørgen Niclasen stevnir fyri páhald í Kringvarpinum og Portalinum um, at hann  skal hava "snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli" í árinum frá 1988 til 1994. Hann hevur eisini stevnt fyri páhald um, at hann hevur "svikað við tolli", at hann hevur "selt vørur uttan um tollmyndugleikarnar", at hann hevur "stýrt ótollaðu søluni", "tilvitað hevur brotið tolllógina" - og at hann "tilvitað skal hava áført landskassanum tap", eins og hann skal hava "snýtt sín samstarvspartnara Skipafelagið Føroyar".

 

- Eg eri ikki dømdur, ikki ákærdur og ei heldur skuldsettur, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fleiri ferðir ført fram.