Klokkan níggju í morgin verður næsta umfar í einum av mest umtalaðu rættarfundunum í Føroyum í nýggjari tíð, tá sokallaða tollmálið verður roynt í Eystara landsrætti.
Málið snýr seg sum flest kunnugt um fjølmiðlaumrøðuna av einum tjúgu ára gomlum máli um sølu av ótollaðum vørum. Málið gjørdist aktuelt í 2013, tá táverandi ábyrgdarstjórin á Portalinum, Sveinur Trondarsón, saman við Kringvarp Føroya, viðgjørdu málið og vildu millum annað vera við, at Jørgen Niclasen, ið var stjóri í umtalaða tíðarskeiði, hevði snýtt við tolli.
Hetta afturvísti Jørgen Niclasen fleiri ferðirnar, men tá fjølmiðlarnir hildu á, valdi formaðurin í Fólkaflokkinum at stevna fleiri journalistar fyri ærumeiðing.
Føroya rættur gav Jørgeni Niclasen viðhald í ákæruni og fann tey ákærdu, Dia Midjord, kringsvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum og Sveini Tróndarsyni, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, sek í brot av §267 í revsilógini.
Allir journalistarnir valdu at kæra dómin fyri Eystara landsrætt.
Á rættarfundinum í morgin verður Jørgen Niclasen umboðaður av Christian F. Andreasen, meðan Bjørn á Heygum umboðar Svein Tróndarson og ein dani, Ole Liedke, umboðar kringvarpsjournalistarnar.
Fýra dagar eru settir av til málið.










