Tollkredittur v. m.

Heri Mohr, fyrrv. stjóri á Føroya Gjaldstovu
-----
Fyrst ein stutt frágreiðing um hvussu tollinnkrevjing varð skipað, meðan Før­oya Gjaldstova var toll­myndug­leiki frá 1939 til 1987.
Við løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 um inn­flutningsgjald fyrisetti løg­tingið drúgvar reglur um innflutningsgjøld. (Hendan lógin fór úr gildi, og í staðin fyri kom løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.)
Við kunngerð nr. 79 frá 1981 fyrisetti løgtingið reglur um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur út­flýggjaðar, áðrenn gjald­ið er goldið. Hetta undan­taks­loyvið varð kallað toll­kredittur.
(Nevnda kunngerð fór úr gildi við nýggjari kunngerð nr. 67 frá 26. juni 1991.)
Kunngerðin legði nakrar treytir fyri at fáa tollkreditt eitt nú:
1. Innflutningsgjaldið fyri tær vørður, ið eru kom­nar í einum mánaði, skal vera goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir.
2. Fyri innflutningsgjaldið verður vørumóttakarin at seta trygd svarandi til innflutningsgjaldið í ein­um meðal mánaði, tó ong­an­tíð minni enn 100.000 kr.
3. Heldur vøruinnflytarin ikki hesar reglur, miss­ir hann rættin til und­an­taksloyvi.

Føroya Gjaldstova var toll- og skattamyndugleiki. Skriv­stovustjórin hevði beinleiðis referencu til løgmann. Í 1986 játtaði løgtingið uml. 25,6 milliónir til 7 gjald­stovur og tolleftirlitið, sum var beinleiðis undir gjald­stovustjóranum. (Sum toll- og skattauppkrevjandi vald v.m. var Føroya Gjaldstova kostnaðarmiklasta almenna fyrisiting í landinum.)
Skip og bátar, ið koma uttanífrá, skuldu fráboða tollvaldinum, áðrenn tey komu í føroyska havn.
Við støði í skipsmanifesti ella líknandi farmaskrá, sum skuldu handast tollvaldinum uttan drál, ansaði Føroya Gjaldstova eftir, at inn­flutn­ingsgjøldini komu í lands­kassan.
Tollvaldið ráddi ikki yv­ir goymsluhús til óav­greidd­­ar, tollskyldugar vør­­ur; tessvegna høvdu skipa­­­av­greiðslurnar, eitt nú Skipa­felagið Føroyar, D.F.D.S. og Lands­handilin, ábyrgdina av, at ongar vørur vórðu útflýggjaðar úr teirra vørugoymslum í Havn og úti á bygd uttan við loyvi frá tollvaldinum. Posttollurin varð roknaður av postverkinum í Keyp­manna­havn og innkravdur av postverkinum í Føroy­um. Hetta broyttist, tá ið postverkið gjørdist før­oyskt málsøki. Góðs, ið kom við flogfari, útflýggjaði flog­felagið við loyvi frá toll­vald­inum. Vørur, ið komu til landið við tilvildarligum førum, skuldu tollgreiðast beinan­vegin.
Allar goymslur við toll­skyldugum vørum vóru undir regluligum eftirliti av tollvaldinum.
Tá ið tað kom fyri, at ótoll­aðar vørur ikki vóru at finna á goymslunum hjá skipaavgreiðslunum, og toll­valdið úrslitaleyst hevði kravt tollin frá vørumóttakaranum, kravdi gjaldstovan at fáa øll relevant skjøl til tær ólógliga útflýggjaðu vørurnar antin frá tí í skipsmanifestinum nevnda móttakara ella í ser­­ligum føri frá tí í skips­manifestinum nevnda av­send­ara. Um innkrevjingin var úrslitaleys, kravdi toll­myndugleikin tá, við heimild í tolllógini, at tollurin varð goldin av avvarðandi skipa­avgreiðslu.
Øðrvísi var við toll­kre­ditti, sum ikki varð goldin hóast áminningar og hótt­anir. Í slíkum førum varð peningastovnurin, sum hevði veitt 100.000 kr. trygd, kravdur eftir upphæddini, svarandi til tollskuldina, og um tað ikki var nóg mikið, tað vil siga, at skuldin var meira enn trygdin, var neyðugt at royna aðrar leiðir, eitt nú sakførara og fútarættin. Áðrenn tað kom so langt, varð skrivliga fráboðað skipa­­avgreiðslunum og kreditt­havaranum, at toll­kreditturin hjá avvarðandi virki ella handli var annulleraður, upp­sagdur.
Í 1987 var landskassans eftirstøður í tollkreditti 40 milliónir. Í 1992 var eftir­støðan 63,7 milliónir. Í lands­kassans ársroknskapi 1991 er tilskilað, at 17,7 milliónir av tollkredittinum mugu haldast at vera virðisleysar.
Í 1987 sá ein nýggjur stovn­ur – Føroya Tollstova – dagsins ljós. Við ongari fígging og ongari løgtingsjáttan kostaði raksturin av stovninum hetta árið 6,5 milliónir umframt 3,8 milliónir til innrættan av skrivstovuhølum v.m.. Samstundis – dag um dag – var Føroya Gjaldstova ikki tollmyndugleiki long­ur. Hetta fór fram við ong­um dialogi og ongari ”yvir­leveringsforrætning” hvørki so ella so millum stjóran á gjaldstovuni og stjóran á tí nýggju tollstovuni.
Almenna umsitingin úti í Tinganesi var væl skipað og riggaði yvirhøvur væl, men í tíðini 1986-1992 upploystist og degenereraði umsitingin í óskili og ruðuleika og ræð­andi arrogancu.
Eisini gjaldstovan føldi sviðan av ”Palads­revolu­tión­ini”, sum fór fram úti á nesi­num:
Føroya Gjaldstova varð stovnað 1. apríl 1939 sum danskur stovnur, sum løg­tingið yvirtók við lóg 1. apríl 1949. Stovnurin varð umsitin professionelt øll árini til 1986. Tað árið varð sessurin – við øll­um stjóravirkseminum – óvæntað skriktur undan gjald­­stovustjóranum, og lógin um Føroya Gjaldstovu varð avtikin uttan tilmæli frá gjald­stovustjóranum.
Málið um ein løgtingslim í 19 ár og nú landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum var stjóri í einum handilsvirki við stórari tollskuld, sum eitt skipafelag noyddist at rinda landskassanum, fær í hesum døgum nógva umtalu í fjølmiðlunum.
Hevði hetta óskilið ikki røtur í her umrødda anarkii?