Danir eru alt annað enn fegnir um, at teir norsku myndugleikarnir hava gjørt av at hækka tollin á ávísum donskum vørum. Í fleiri førum er talan um rættiliga stórar hækkingar, og danska stjórnin ber ótta fyri, at hækkingarnar fara at kosta arbeiðspláss í Danmark.
Norðmenn hava hækkað tollin á donskum pottaplantum, og tað hevur fingið umboð fyri tey donsku vakstrarhúsini at fara til Noregs í dag at greiða myndugleikunum í Oslo frá, hvørjar avleiðiungar hækkingin fær fyri vakstrarhúsini og arbeiðsplássini har.
Norðmenn ætla eisini at hækka tollin á osti, oksakjøti og seyðakjøti. Tollurin á osti verður 277 prosent, so kostar eitt kilo av donskum osti 100 krónur at innflyta til Noregs, koma 277 krónur í tolli omaná. Danskt oksakjøt skal tollast við 344 prosentum, og tollurin á seyðakjøti úr Danmark verður 429 prosent, skrivar TV2.
Nógvir danir hava víst sína misnøgd á Facebook, og fleiri mæla dønum frá at keypa norskan laks.