Tollfríar sigarettir ella koppseting móti krabbameini

”Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er fegin um, at uppskotið um at tolla sigarettum verður tikið aftur”

Soleiðis er eitt brot í grein á InternetSosialinum í kvøld. Samstundis hevur Tjóðveldi uppskot í løgtinginum um, at ungar føroyskar gentur skulu koppsetast móti krabbameini.

Hesum seinna hjá Tjóðveldi eri eg sera samdur við teimum í. Men hvaðani kemur fíggingin?

Eg haldi, at Tjóðveldi í hesum føri – sum í so mongum øðrum – tosar móti sær sjálvum.

Sjálvandi skulu 12-15 ára gamlar føroyskar gentur koppsetast móti krabbameini, men hetta skal eisini gjaldast.

Um vit droppaður tollfríu sigarettirnar, so gav hetta landskassanum 18 milliónir meira um árið, og so kundu saktans tvær av hesum verið brúktar til koppseting av ungum gentum móti krabbameini, meðan restin kundi verið nýtt til annað – kanska innan heilsuverkið, ið hevur stóran tørv á fígging at betra heilsu okkara.

Hyklarí hjá Tjóðveldi av fyrstu skuffu! Ikki fyrstu ferð, men so sanniliga ikki síðstu ferð, heldur.