Týskvøldið legði danska tollvaldið hald á 80.000 krónur frá fimm útlendingum, sum royndu at sleppa inn í danskar við følskum ferðaskjølum. Hetta hendi á flogvøllinum í Kastrup, boðar Ríkisløgreglan frá.
Hetta er fyrstu ferð, at nógv umstrídda smúkkulógin, sum Fólkatingið samtykti fyrr í vár, er nýtt til at leggja hald á virði frá fólki, ið koma til Danmarkar.
Talan var um tveir mans og tríggjar kvinnur, sum vóru komin til Danmarkar við flogfarið, men vóru steðgaði í passeftirlitinum, tí at ferðaskjølini vóru følsk. Tey vóru handtikin og skuldsett fyri skjalafalsan, og tá tey vóru kropskannaði, fann løgreglan dollarar og evrur fyri tilsamans 129.000 krónur á teimum.
Talan er um iranskar statsborgarar millum 26 og 35 ár. Øll hava søkt um friðskjól í Danmark. Tey fingu tí 10.000 krónur aftur hvør, meðan danski staturin legði hald á hinar 79.000 krónurnar.
Inger Støjberg, ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, sigur, at peningurin, sum hald er lagt á, skal nýtast at fíggja teirra uppihald í Danmark.
- Eftir míni meting er tað einki meiri enn rímiligt, at ein sjálvur rindar, um ein kann klára seg sjálvan, tá ein kemur higar sum flóttafólk. Hetta vísir, at tað var av góðari grund, at vit samtyktu lógina í sínari tíð, sigur hon við danskar miðlar.