Og tú skalt vera grúuliga heppin, um tú sleppur, tá tú ætlaði tær. Men eina lítla viðmerking havi eg til tað. Tað bleiv sagt, at mannskapi onki hevði við tað at gera. Men tað er nú ikki heilt beint, ella er tað broytt, tí eg kann minnast fyri árum síðani ? tó ikki so grúuliga langt síðani.
Vit stóðu í røð og bíðaðu. Tá kom ein bilur, sum ein skjúttil og skuldi koyra umborð, men tá kom ein av okkara góðu, gomlu skiparum og segði við viðkomandi, at hann ikki átti tá. So tá var meira skil í, ella varð tað betur ansað eftir. Og hetta hendi aftur, fyri ikki so langari tíð síðani. Ja, tað var vist beint fyri páskir. Tá kom ein upp á sama máta, men hann slapp vist við. Ongin segði nakað við hann, men soleiðis er helst bara, men ljótt sá tað út. Tað er nú altíð ljótt at vera ljótur.
Nei, enn verður ein løta hjá okkum her norðuri at bíða, til vit kunna koyra í undirsjóvartunli. Tá verður ongin bíðitíð og lættari og betur, nú ferðslan er vorðin so nógv og fólk ferðast meira og bilarøðirnar bara økjast.
Vit ynskja og vóna, at tað verður øðrvísi, og eg hugsi, at øll hugsa tað sama.