Tolið verður ikki so hart troytt longur

- Hetta er fantastiskt, nú gongur internetið so nógv skjótari, sigur Hilmar Joensen í Nólsoy

Hetta segði Hilmar Joensen, lærari í Nólsoy, sum umvegis internetið var við til hátíðarløtuna á skrivstovuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn fríggjamorgunin.

Á einum telduskíggja sást Hilmar, sum á sínum telduskíggja úti í Nólsoy eisini sá, hvat gekk fyri seg á borgarstjóraskrivstovuni.

Hann greiddi frá, at tey í Nólsoyar skúla hava 23 teldur til teir 30 næmingarnar. Enn vóru bara tvær teirra bundnar í breiðbandið, men har var stórur munur á, segði hann.

- Vit hava havt eitt 128 kb samband, og tað kann ikki samanmetast við hetta, segði hann, og legði afturat, at tolið nú ikki verður so hart troytt longur, nú tey sleppa frá at ringja upp til internetið og so ikki minst allari bíðitíðini, tey sleppa undan.

Hilmar Joensen segði eisini, at fleiri nólsoyingar hava bíðað eftir breiðbandssambandinum, tí tað skapar aðrar møguleikar.

- Vit hava eitt nú fingið eina nýggja rætt her úti, har seyðurin gongur beinleiðis upp á vektina, sum so beinleiðis hevur samband við eina teldu, har allir upplýsingarnir verða goymdi. Ímyndið tykkum, hvussu skjótt hesir upplýsingar ikki kunnu brúkast til eitthvørt spennandi umvegis internetið, segði Hilmar Joensen.

Einir 50 nólsoyingar ferðast dagliga til Havnar til arbeiðis. Fleiri teirra kunnu nú umvegis breiðbandssambandið gera part av sínum arbeiði heimanífrá, eitt nú fólk við fyrisitingarligum uppgávum, sum í framtíðini fara at kunna hava nakrar arbeiðsdagar heima við hús.

- Jú, hetta gevur nógvar, spennandi framtíðarmøguleikar, var breið semja um á borgarstjóraskrivsovuni og um breiðandið í Nólsoy.