Í vikuni fingu foreldrini í Hvalba eitt hvassorðað skriv frá skúlanum, um at uppmøtingin er somikið vánalig, at heim og skúli mugu taka lógvatak at rætta upp á støðuna. Skúlastjórin í Hvalba, Elsa Birgitta P. Petersen, talar við stórum stavum til heimini um hugburðin til tað at ganga í skúla.
- Hetta skriv verður sent tykkum, tí tað hendir alt ov ofta, at næmingar eru burtur uttan loyvi. Í onkrum flokki er tað ein rár hending, at øll eru í skúla í senn, sigur stjórin, sum heldur, at foreldur og skúli svíkur børnini, um tey ikki læra tey at passa skúlan.
Hini børnini fortelja í skúlanum, at næmingarnir eru í Havn, í Klaksvík, í Sumba, til frisør ella á vikuskiftislegum norðanfyri. Ella við familjuni á stuttleikaferð, til dømis við Norrønu.
- Men hetta er ikki í lagi, sigur stjórin, sum framyvir fer at herða eftirlitið. Og hon minnir heimini á, at skúlin hevur skyldu til at boða myndugleikunum frá, um næmingur forsømir ov nógv.
Við Portalin sigur hon, at skrivið er sent út í samráð við lærarar skúlans.
- Hetta er eitt afturvendandi evnið á námsfrøðiligum fundum, og tað vindur alt meira upp á seg. Serliga hjá summum børnum, sigur stjórin, sum valdi at senda brævið heim til øll, í einum yvirhøvurbrævi, sum hon tekur til.
- Kanska er orsøkin eisini, at fólk hava fleiri pengar og hava ilt við at seta mørk fyri børnini.
Uppá spurningin, um skúlin sjálvur tekur uppgávuna í nóg stórum álvara, sigur hon, at lærararnir møta sera væl upp, eru fakliga dugnaligir, og at nógv spennandi tilboð eru nú upp undir jól.
- Í onkrum flokki noyddust tey at leggja venjingina av jólaleiki niður í nakrar dagar, tí leikararnir vóru burturstaddir, sigur stjórin











