Tolið er uppi

Klumma: Randi Jacobsen

Eg og hundur mín hava í hvussu er eitt til felags: Vit og lágtrýstini eru ikki so væl.

Av tí sama ganga vit bæði mangan og hanga við høvdinum og bíða eftir, at barometrið skal fara upp.

Fleiri og fleiri fólk gremja seg um vetrardepressión. Tað er eingin skomm longur, og fólk smæðast ikki við at siga, hvussu ilt myrkrið ger teimum.

Annars plagi eg at liva eftir setninginum, at er veðrið ringt, kann tað bara gerast betri, og eingin orsøk er at stúra í illveðri, tí tað skiftir so knappliga.

Men ein vetur sum hesin er hvørki fyri fólk ella fæ.

Í vikur hevur verið næstan ógjørligt at heilsa upp á fólk á vegnum. Øll hava verið pakkað so væl inn í klæðir, at tey hava verið ókennilig.

Men, men. Ikki er neyðugt at falla í fátt.

Tað lætti væl um, tá ið dagarnir fóru at leingjast. Nú er ikki myrkt longur, tá ið vit fara heimanifrá, og vit hava eina ljósa løtu eftir arbeiðstíð.

Fyrsta tjaldrið í ár havi eg hoyrt látað.

Krokusarnir koma nú eisini sendandi upp úr moldini.

Várið er í nánd, og fleiri við mær munnu gleða seg til at sleppa út í moldina.