Sirið Stenberg eigur ikki at geva Tórshavnar Býráði loyvi til at byggja havnarlagið út, soleiðis sum ætlanin er.
Tað halda tey í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag FNU, og í almennari fráboðan í dag, heita tey nú á landsstýriskvinnuna í innlendismálum um ikki at geva loyvi til byggingina.
FNU sigur, at havnarútbyggingin er hvørki umhvørvisliga, búskaparliga ella sosialt burðardygg.
- Útbyggingin fer at føra til, at fjøra og luft í nærumhvørvinum verður dálkað. Hetta fer ikki einans at vera til ampa fyri borgararnar í býnum, men kann eisini fáa avleiðingar fyri vistskipanir í nærumhvørvinum.
- Ein verkætlan, sum hevur til endamáls at gera Føroyar til tænastumiðdepil fyri skipaferðslu og oljuvirksemi fer at eggja til meira dálkandi vinnuligt virksemi, og tað er ikki umhvørvisliga burðardygt.
- Sum eitt framkomið vælferðarsamfelag eiga Føroyar at taka ábyrgd av veðurlagsbroytingunum, og arbeiða miðvíst fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Havnarútbyggingin er heldur ikki búskaparliga burðardygg, tí tað er meiri enn ivingarsamt, hvussu nógv, virksemið í Arktisk fer at veksa. Oljuprísurin er alt ov lágur til at tað loysir seg at bora eftir olju, og tí er stórur spurningur um tað nakrantíð verður til oljuboring har á leiðini, tí grønar orkuskipanir vinna fram.
Samstundis eru siglingarleiðirnar í Arktisk so vandafullar, at tað er ógvuliga ivingarsamt, hvussu nógv, tær fara at vera brúktar.
Tvørturímóti hada tey í FNU, at alt prát um virksemið í Arktisk ljóðar mest sum innantóm rakstrarróp.
- Vónirnar um at skapa arbeiðspláss, og at fáa búskaparligan vinning burturúr øktum virksemi í Arktis, eru tískil sera ivasamar, og stórur vandi er fyri, at íløgur verða gjørdar í nakað, sum ongantíð fer at kasta nakað av sær.
FNU heldur somuleiðis, at nógv ferðsla í búsetingarøki er ikki dragandi, hvørki hjá barnafamiljum ella tilkomnum fólki, tí rákið er, at býir skulu vera til fólk og ikki til bilar. Tí eru íløgur í eitt størri undirstøðukervi ótíðarhóskandi, halda tey.
- Ónøgdin við larm og ristingar frá áhaldandi skipavirksemi, eru týðilig hjá fólki, ið búgva tætt við slík øki. Nógv dømi eru um hetta í Føroyum, og tí er tað ósæð at byggja stórt idnaðarøki beint í miðbýnum, sum fer at gerast ótolandi at búgva í, sigur FNU.
- Harumframt fer útbyggingin at skerja møguleikarnar hjá fólki í býnum at sleppa til fjørðin, sum er teirra náttúrugivnu rættindi. Ístaðin verða tað nøkur heilt fá og máttmikil feløg, sum leggja hald á stórt øki fram við sjóvarmálan.
- Tilknýtið til havið er umráðandi fyri havnarfólk, eins og hjá øllum øðrum føroyingum, og gerst lívið fram við sjóvarmálanum fremmant fyri havnarfólk, missa tey kunnleika til ein týðandi part av teirra egna samleika, siga tey í FNU.