Tola illa reystmenni

Summi av okkum tola illa, at onkur skarar framúr. At onnur hava serstakar gávur til kropp og sál. Eru reystmenni. Eitt slíkt reystmanni, helst tað størsta, Føroyar hava fostrað í nýggjari tíð, var Nólsoyar Páll

A. Guttormur Djurhuus


Sjálvandi hevði ein slíkur maður fíggindar, tá hann livdi. Men at hann skal hava fíggindar enn í dag, 200 ár eftir deyðan, sum spilla hann út og royna at gera hann til sama ússaliga vesaling, sum teir sjálvir eru, er ófatiligt. Tað kann so neyvan vera annað enn øvund og sjúklig undirlutakensla, sum liggur aftanfyri.
Her skal eg bert reka aftur tvær íspunnar søgur um Nólsoyar Páll og Royndina Fríðu.

1.At Sally og Polly, skip sum fórst í Hvalba, varð til Royndina Fríðu, eftir at tað var sleipað til Vágs og umvælt.
2.At sýnisskjalið hjá Royndini Fríðu er eitt falsað skjal.
Sally et Polly
Í januar mánað 1803 kom brigg­in Sally og Polly inn á Hvalba. Brigg er tveymastrað skip við tvørseglum á báðum mastrum og við gaffilsegli á afturmastrini. Hon var á veg úr Santa Pætursborg í Ruslandi til Grangemouth í Skotlandi við farmi av jarni og timburi. Hon hevði verið í ringum veðri og var farin at leka illa. Manningin var lúgvað av at standa við pumpurnar, og tí avráddi skiparin at seta skipið upp á sandin og bjarga manningini.
Sjófrágreiðingin
Sjófrágreiðing varð hildin í Tórshavn hin 9. juni í 1803, har greitt varð frá hendingini, og ljóðar hon soleiðis:
Anno 1803 den 9de Juni blev i Thorshavn Søe og extra Ret holden i overværelse af Laugrætsmænd Rassmusen, Johannes Johannesen og Johannes Pedersen af Hove efter forlangende og Beramelse til i Dag, af Capteain Cummings førende Briggen Sally et Bolly fra Dýzart i Scotl. Drægtig 74 Comerce Læster efter Khavns Maalebrev, sidst ankomen fra Pedersborg eller Cronstad med en Ladning Tømmer og Jern, - og fremstod da bemente. Skipper Cummings og forklarede, at hand paa sin Hjemrejse fra bemelte stæd eller rettere sidst fra Christiansøe, havde truffen saaledes haard Vejr, at han havde faaed Læk og næsten sýnkefærdig Skib, hvorved han havde seet sig nødsaget den sidste 19de Jan. at anløbe Suderøe, for derved, om muligt, først at see bierget deres Liv og siden hvad videre som maatte være muelig m. v.
Han fremlagde til den Ende sin Skibs Journal, i det engelske Sprog forfattet, af hvilke han begierede, for de af sit Skibs Mandskab sig fremstillede, at de maate oplæses, det passerede fra den 25deDec: til  25de Maj sidst og deres Eedelige Forklaring derefter modtagne.  Bemelte Journal i berørte Tiid lýder i det Danske Sprog saaledes.
Derefter fremstoed af berørte Skibs Mandskab Stýrmand David Burt, Andreas Adamsen Tømmermand, Jo... Borns og Thomas Meyremand Matroser, for hvilke i Hr. Claus Lunds Overværelse og som forstoed det der Engelske Sprog bemelte fremlagte Journal blev oplæst og af tillige i det Danske confereret og hvorefter bemelte Mænd med Lovens Eed og oprakte Fingre Bekræftede Rigtigheden i alle Mader, og sagde de tillige under samme deres Eed, at Deres Skib var i alle maader fra deres Udrejse i goed og forsvarlig stand lige som og undervejs naar et og andet uhæld tilstødte dem, har de iagttaget al muelig Præcaution eller Agtsomhed.
Derefter da ingen havde videre til Vidnerne eller det fremstillede Mandskab blev det igen demiteret.  Og Captainen anmelte sin Søe protest, hvorved han protesterede imod alle, og ingen i nogen Maade undtagen, samt imod alle og enhver vedkommende forbeholdt sig sin lovlige Ret og Tiltale. 
Retten ved ved modtagelsen af denne Protest, forbeholdt enhver sin lovlige Ret og belovede det passerede beskreven meddeelt. 
Under min Haand og Not: Segl. - . L. Olsen

Sally og Polly var sostatt 74 komerce leistar stór. Tað er eitt rættuliga stórt skip  einar 150 BRT á nútíðar máli.
Varð vrak
Hon varð standandi á sandinum allan veturin og fórst, sum vera man illa. Ikki fyrr enn í mai mánað sama ár verða rovini av skrokkinum seld á uppboðssølu. Keyparar eru Nólsoyar Páll saman við ríkmonnunum Peri Larsen í Gjørdum í Porkeri og Jákupi Jacobsen (Rádna bónda) í Toftum suðuri í Vági. Úr hesum og kanska øðrum tilfari við  annað skip var um somu tíð farið á land í Froðba  varð Royndin Fríða smíða á Fløtuni Fríðu suðuri í Vági.
Ein brigg sum hevur mált 74 leistar, hevur verið einar 100 føtur long, einar 25 føtur breið og einar 8 føtur djúp. Burðarorkan á skipi varð gjørd upp í kommerce-leistum. Til at fáa talið av leistum varð longdin á skipinum multipliserað við miðalbreidd og miðaldýpi dividerað við 242,5. Øll mát í enskum fótum. Til at rokna um til BRT verður faldað við tvey.
Royndin Fríða
Mátini á Royndini Fríðu vóru: longd 23 alin og 3 tummar, breidd á miðjuni omandekks 7 alin og dýpið undir dekkinum 3 alin og 9 tummar.
Hesi mát svara til eitt skip, sum er nakað oman fyri 10 leistar stórt ella o. u. 25 BRT. Skjøl vísa, at á tí eina túrinum til Keypmannahavnar var Royndin Fríða lastað við 9 leistum av koli og 2000 skipstroyggjum, og gevur tað umleið 20 tons. Sjálvandi hevur hon tá verið fullfermd.
So stórur er munurin í stødd á Sally og Polly, sum fór á land í Hvalba og gjørdist vrak, og Royndini Fríðu, at tað ógjørligt fær verið sama skipið, so sum onkur hevur hildið uppá. Sally og Polly var í hvussu so er 6 ferðir so stór sum Royndin Fríða. Sally og Polly var eitt skip, riggað sum brigg. Royndin Fríða var ein hampiliga stórur deksbátur riggaður sum skonnart.
So víst var Royndin Fríða smíðað av nýggjum og var ikki nøkur brigg sum pjøssað var uppá.
Sýnisbrævið
Tað hevur verið borið fram, at sýnisskjalið hjá Royndini Fríðu er eitt falsað skjal. Onkur er farin so langt sum at siga, at Jákup Nolsøe, bróðir Nólsoyar Páls, er hann, ið falsað hevur. Hvørjum endamáli tað skal tæna at siga, at skjalið er falsað, dugi eg ikki at siga. Annað enn útspilling.
Páll Nolsøe sigur í Siglingar­søguni, at skjalið, sum ikki er undirskrivað, varð funnið sløðandi millum onnur skjøl og man vera ein kladda, og at sorinskrivarin man av misgávum hava gloymt at føra tað inn í notarialprotokollina, sum annars var vanlig mannagongd. Tað sæst týðiliga á skjalinum, at tann, sum pennin hevur ført, er Laurits Olsen, sorinskrivari og ikki Jákup Nolsøe. Undirskrivaða skjalið hevur Nólsoyar Páll helst sjálvur fingið, og er tað tá farið saman við Royndini Fríðu. Mátini í sýnisskjalinum samsvara væl við mátini á einum skipi, sum er umleið 10 leistir til støddar, og tað er í hesum sambandi tað, sum hevur áhuga. Tískil er eingin ivi um, at skjalið gevur eina rætta mynd av Royndini Fríðu.
Bakbíta okkara egnu
Spell er at eitt slíkt reystmenni sum Nólsoyar Páll skal verða fyri bakbiti av nútíðar vesalavættum. Heldur áttu vit at frøtt okkum um at hava fostrað slíkar hetjur og umrøtt tær við sóma.
Tøkk
til Landsskjalasavnið fyri hjálp at leita fram skjøl og til Annu Sofíu í Vági fyri at hava hjálpt mær at lisið skjølini.