Tol skal til umbyggingar

Í longri tíð hava umbyggingar á Landssjúkrahúsinum verið í umbúna, men í mai byrja veruligu umbyggingarnar. – Tað skulu stórar broytingar til, men vit hava roynt at leggja ætlanina so væl til rættis sum gjørligt, og eg meti, at vit eru so klár, sum vit kunnu blíva, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri

Tað fer at raka komfortin á Landssjúkrahúsinum eitt sindur, nú umbyggingar fara fram, men Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, metir, at tað ikki fer at raka viðgerðirnar.

- Tað fer at krevja tol. Bæði frá sjúklingum, men ikki minst frá starvsfólkunum, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri. Hann leggur afturat, at tað mesta verður flutt innanfyri veggirnar hjá sjúkrahúsinum.

- Vit fara at royna at flyta fólkini inn í tey hølini, sum eru nýtilig inni á hinum deildunum, vísir Allan Skaalum á.


Nýta bingjur

Nakað av virkseminum, ið verður flutt út úr sjúkrahúsinum fer at verða í bingjum, ið fyrr eru nýttar í samband við byggingina av skúlanum í Hovi. Eftir øllum at døma verður tó ongin fluttur út av sjúkrahúsinum inn í hesar bingjur.

- Vit fara ikki at flyta fólk út úr B-bygninginum, men fólk, sum koma inn í húsið til okkurt smávegis, mugu kanska ein túr inn í bingjurnar. Men fyri tað mesta verða tað skrivstovufólk, sum skulu út í bingjur, sigur sjúkrahússtjórin.


Onki lív í váða

Nøkur av fólkunum, ið skulu flytast, hava tørv á tólum fyri at halda sær so frískum, sum tey eru, men at flyta tey verður ikki nakar trupulleiki.

- Vit hava flutt fyrr, og tað eru dugnaligir tøkningar á sjúkrahúsinum, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, og vit fara framvegis at hava sama seingjartal, sigur Poula Jacobsen, deildarleiðari á B8, sum er ovasta hæddin, ið verður ávirkað av umbyggingunum. Tey verða flutt niður á G3, sum er í tí nýggja partinum.

Allan Skaalum er eisini vísur í, at tað ikki kemur at merkja viðgerðirnar á sjúkrahúsinum.

- Hetta kundi verið ein øgiliga trupul problematikkur, men vit hava havt ein arbeiðsbólk sitandi við fólki, ið hava lagt hesar flytingarnar til rættis, og tað vísir seg, at kabalan er gingin so væl upp, sum hon nú einaferð kann, sigur hann. Hann leggur afturat, at í tann mun tað er gjørligt verða mobilar eindir nýttar, og nakrir medisinskir sjúklingar verða fluttir til Klaksvíkar sjúkrahús. Tað er eisini greitt, at ongin, sum liggur í andingartóli, ið verður fluttur í hesum umfari, tí tey liggja øll á nýggjaru niðaru deildunum.


Umbyggingar inni

Á summum deildum verður somuleiðis tørvur á gera ávísar tillagingar, so sjúklingar og starvsfólk hava tað so frægt sum gjørligt, nú umbyggingar verða gjørdar.

- Eg skal ikki siga, at tað verður neyðugt við beinleiðis umbyggingum, men ávísar tillagingar skulu til, og mann fer at merkja, at hølisligu viðurskiftini ikki eru heilt tey somu.

Somuleiðis verða nakrar viðgerðir, ið eru ambulantar fluttar inn á bláa ambulatoriið.


Mest trýst nú

Arbeiðið hjá TG-Verk skal halda fram í rættiliga langa tíð afturat. Teir skulu arbeiða frá maimánaði til novembur, og síðani aftur frá mai til novembur, men størsta trýstið verður sambært sjúkrahússtjóranum í vár.

- Tá vit nærkast juni og julimánaði fara vit at síggja, at fleiri fara í feriu, og at sjúkrahúsið fer at hava minni aktivitet. Tá vit koma út í oktobur skuldi verið klárt at flyta innaftur á ovaru deildirnar í b-bygninginum, sigur Allan Skaalum. Í næsta ár verða hesar deildir ikki raktar av umbyggingunum, og í verandi løtu hevur Allan Skaalum góðar vónir.

- Hetta er ein spennandi ætlan, sum vit royna at loysa. Og so leingi sjúklingar, starvsfólk og fólk annars geva tol, so skuldi hetta borið til, metir sjúkrahússtjórin.