Ein tokvanlukka í týska landslutinum Sachsen-Anhalt hevur kravt í minsta lagi 10 mannalív, og meiri enn 20 hava fingið skaða. Vanlukkan hendi, tá eitt ferðamannatok og eitt góðstok stoyttu saman seint í gjárkvøldið.
Týsku myndugleikarnir siga, at ferðamannatokið, sum vanliga verður rópt Harz-Elbe Expressen, var á veg til Halberstadt, tá vanlukkan hendi.
Samanstoyturin var so harður, at ferðamannatokið fór út av jarnbreytini, og eldur kom í.
Enn vita myndugleikarnir ikki, hví vanlukkan hendi. Eitt eygnavitni hevur greitt frá, at tað var tjúkt í mjørka, tá tokini stoyttu saman.










