Eitt tok við fremmandumm ferðamonnum fór í dag út av breytini í sveisiska partinum av Alpunum. Millum anna vóru nógvir japanskir ferðamenn í tokinum. Vanlukkan kostaði einum ferðamanni lívið, og 42 onnur vórðu løstað.
Sveisiska løgreglan sigur, at tað stendur um lív hjá seks av teimum løstaðu.
Myndugleikarnir siga, at tríggir vognar fóru av breytini, men enn er ógreitt, hví tað hendi.









