Tokvanlukka í Spania kravt 77 mannalív

Ein tokvanlukka í útnyrðingspartinum av Spania í gjár hevur higartil kostað 77 fólkum lívið. Í minsta lagi 140 fólk eru skadd, fleiri teirra álvarsliga. Hetta sigur AFP tíðindastovan.

Myndugleikarnir vænta, at talið á deyðum verður uppaftur størri.

Tokið koyrdi av sporinum í gjárkvøldið klokkan 20.42 spanska tíð við býin Santiago de Compostela, skrivar TV2. Spanskir fjølmiðlar halda, at vanlukkan hendi, tí ferðin var alt ov nógv.

Keldur siga við blaðið El Pais, at tokið koyrdi 180 km/t í einum svingi, har mest loyvda ferðin var 80 km/t. Almennar keldur hava tó ikki váttað hetta. BBC sigur, at allir 13 vognar eru farnir av sporinum. Fýra vognar eru koppaðir, og onkur er púra kroystur saman.

Tokið varð drigið av tveimum lokomotivum, sum í mesta lagi kunnu koyra við 200 kilometra ferð.

Sambært tokfelagnum vóru 218 fólk við tokinum umframt starvsfólkið. Tokið var á veg frá høvuðsstaðnum Madrid til býin Ferrol í útnyrðingspartinum av Spania.

Býurin Santiago de Compostela, har tokvanlukkan hendi, er best kendur fyri at vera endin á tiltiknu pílagrímsferðunum Camino de Santiago.

Vanlukkan hendi beint fyri kenda fagnaðin í býnum, har pílagrímar savnast at fagna leivdunum av Santa Jákupi, sum var ein av teimum 12 lærisveinum Jesusar.

(mynd: Scanpix)