Tokvanlukka í Póllandi

Í minsta lagi 14 fólk doyðu, og millum 50 og 60 onnur fingu skaða, tá tvey tok stoyttu saman har suðuri í Póllandi í gjárkvøldið.

Týska tíðindastovan DPA skrivaði í morgun, at fleiri fólk sita framvegis føst í tokunum, og at 450 bjargingarfólk og 100 løgreglufólk eru á vanlukkustaðnum. Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, skuldi koma hagar fyrrapartin.

Polsku myndugleikarnir siga, at vanlukkan hendi, tí annað tokið fór yvir á skeiva breyt, men hví tað hendi, vita myndugleikarnir ikki enn, skrivar DPA.