Tokvanlukka kravt seks mannalív higartil

Minst seks fólk eru deyð og fleiri eru sera álvarsliga løstað, eftir at eitt tok fór av sporunum í Bretigny-sur-Orge tætt við París. - Talið á deyðum hækkar, sigur innanríkisráðharrin Manuel Valls.

Franska innanríkisráðið hevur váttað, at seks fólk eru deyð í vanlukkuni, og níggju fólk eru álvarsliga løstað. Fyrr í morgun var annars boðað frá, at sjey fólk vóru deyð, smbrt. tíðindastovuni AP.

- Sum er, broytist støðan alla tíðina, og tíverri fer talið á deyðum helst at hækka, sigur Manuel Valls, innanríkisráðharri.

Hann sigur eisini, at rættiliga nógv av teimum 370 fólkunum, sum vóru í tokinum, tá vanlukkan hendi, eru løstað.