Tokvanlukka kravt 35 mannalív

Í minsta lagi 35 fólk doyðu, tá eitt fullsett ferðamannatok fór út av jarnbreytini har norðuri í India í dag. Løgreglan sigur, at bjargingararbeiðið var sera trupult, tí fleiri av teimum 15 vognunum lógu oman á hvør øðrum.

Vanlukkan var einar 150 kilometrar sunnan fyri býin Lucknow í landspartinum Uttar Pradesh. Meiri enn 1.000 fólk vóru í tokinum, sum koyrdi 108 kilometrar um tíman, tá tað fór av breytini. Tað skrivar tíðindastovan Press Trust of India.

Hetta er tann ringasta tokvanlukkan í India síðani 1981. Tá endaði eitt tok í einari á í Bihar-landspartinum, og 800 fólk doyðu.