Tokvanlukka kravt 100 mannalív

Bremsurnar í einum toki í Demokratiska Lýðveldinum Kongo virkaðu ikki, og so fór tokið av breytini. Umleið 100 fólk doyðu, tá eitt tok í Demokratiska Lýðveldinum Kongo misti bremsurnar og fór av jarnbreytini seint í gjárkvøldið.

ST-keldur siga, at nógv fólk komu at liggja undir vrakpettum av tokvognunum, og at ST -tyrlur hjálptu við at flyta fólk á sjúkrahús.

Jarnbreytarkervið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo er í sera vánaligum standi. Tey seinastu 25 árini hevur einki viðlíkahald verið, og ein partur av kervinum er meiri enn 100 ára gamalt.