Fyri løtu síðani koyrdi eitt tok av sporinum nærhendis Dalfsen í Hollandi. Hetta skrivar hollendska tíðindasíðan, De Telegraaf. Sambært tíðindasíðuni hendi vanlukkan, tá eitt tok rendi saman við einum kranabili í morgun kl 8.
Telegraaf skrivar, at borgarstjórin í Dalfsen júst hevur sagt hollendskum útvarpi frá, at ein persónur er deyður, meðan fleiri eru særd.
Tokvanlukkan hendir júst tvær vikur eftir at 8 fólk lótu lív í týskari tokvanlukku.











