Tokvanlukka í Danmark

Trý fólk doyðu, tá eitt tok rendi á ein bil eystan fyri Vinderup í Jyllandi fyrrapartin. Tey trý vóru í bilinum. Níggju fólk vóru í tokinum, men tey fingu ongan skaða, sigur løgreglan.

Vinderup er ímillum Skive og Struer.

Summir danskir fjølmiðlar vilja vera við, at tað vóru ein maður og tvey børn, sum doyðu, men tað hevur løgreglan ikki váttað enn.

Skaðanevndin hevur sent fólk á vanlukkustaðið og kanna, hví vanlukkan hendi.