Tokvanlukka í Belgia kravt 20 mannalív

Í minsta lagi 20 fólk doyðu, tá tvey ferðamannatok stoyttu saman nærhendis Bruxelles í morgun. Belgiska sjónvarpið sigur, at vanlukkan var stutt eftir klokkan hálvgum átta okkara tíð.

Tey bæði tokini stoyrru saman við eina tokstøð í býnum Buizingen, sum er 15 kilometrar í útsynning úr Bruxelles. Stoyturin var so harður, at annað tokið endaði oman á hinum.

Jarnbreytarfelagið sigur, at nógv fólk hava fingið skaða, og at fleiri fólk sita føst í tokunum.