Tóku øll fyrivarni

Tað var ein heil røð av politistum úti á Landssjúkrahúsinum seinnapartin.

Tað var ein heil røð av politistum úti á Landssjúkrahúsinum seinnapatin.

 

Talan var um eina handtøku av einum manni, ið var illa fyri sálarliga.

 

- Illgruni var um, at maðurin kundi hava vápn uppi á sær, og hartil hevði hann hótt við at taka lívið av sær, so tað var meira fyri at binda um heilan fingur, at vit vóru so væl mannaðir, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

Tað er vanligt, at politiið fer út á Landssjúkrahúsið við fólki, sum teir handtaka, fyri at fáa staðfest, um fólkini eru skikkað at sita í varðhaldinum.

 

- Tað vísti seg tíbetur, at einki óvanligt var við manninum, sum nú situr í varðhaldi í Klaksvík, men vit taka altíð øll fyrivarni, sigur vakthavandi á politistøðini.