Bankakreppan herjar framvegs í Grikkalandi. Um mánaðarskiftið stongdu bankarnir í landinum, og hóast tað ber til at taka pening út, so er nú bara loyvi at taka 60 evrur út um dagin.
Og henda avmarking hevur verið neyðug. Bara í juni mánaði tóku grikkar 8,2 mia evrur – 60 mia kr.! – út úr bankunum. Og síðani november mánað hava grikkar tikið á leið 43 mia evrur út, veit europiski Miðbankin at siga.
Bankarnir í Grikkalandi lótu upp aftur í farnu viku, men framvegis er bert loyvi at taka 60 evrur út um dagin. Tó ber til at “goyma” úttøkurnar, so tú t.d. tekur 420 evrur út eina ferð um vikuna.
Avmarkinin verður galdandi í minsta lagi til ein møgulig lánsavtala er gjørd við ES-londini. Samráðingar eru ímillum griksku stjórnina, ognararnar hjá grikska landskassanum, ES, europiska Miðbankan og altjóða gjaldoyragrunnin, IMF. Ikki minst hevur grikska stjórnin verið ónøgd við tær treytir, sum ES og IMF seta fyri eini nýggjari lánsavtalu.










