Føroyski alirisin Bakkafrost hevur í dag boðað keypskálanum frá, at fyritøkan 4. ársfjórðing 2015 tók 13.700 tons av laksi.
Av teimum 13.700 tonsunum vórðu 4.900 tons tikin í tí økinum, ið fyritøkan nevnir Farming North, ið eru alistøðirnar hjá fyritøkuni í Norðoyggjum, Lambavík og Skálafirði, meðan 8.800 tons av laksi vórðu tikin í Farming West, ið eru alistøðirnar í Streymoynni, Funningsfirði, Svínáum, Selatrað, Tangafirði, Neslandi og Nólsoyarfirði.
Harumframt boðar fyritøkan frá, at fóðursølan 4. ársfjórðing var 19.800 tons, meðan Havsbrún fekk til vega 63.600 tons av rávøru í sama tíðarskeiði.
Sambært fráboðanini til keypskálan, so verður fullfíggjaði roknskapurin fyri 4. ársfjórðing kunngjørdur 24. februar.

Tóku 13.700 tons















