Tók hvørkratak á duravørð í Havn

Maðurin varð settur í varðhald í nátt

 Í nátt varð løgreglan boðsend til til eitt skeinkistað í Havnini.

Ein maður varð vorðin so illur í sær í ólátaður inni, at hann varð koyrdur á dyr.

Men tá ið duravørarnir fóru við honum, var maðurin so illur, at hann tók hvørkratak á tann eina duravørðin.

Tá varð løgreglan boðsend og handtók mannin og setti hann í varðhaldið í Klaksvík.

Maðurin er skuldsettur fyri harðskap.

Í sambandi við harðskap, er talan um skerpandi umstøður, tá ið harðskapurin verður framdur ímóti fólki í sambandi við arbeiðið hjá teimum ,og tað umfatar eisini barrvørar og duravørðar, tí tey eru serliga væl vard í lógini.

 

Annars heur løgreglan havt nógv at gera í nátt. Í Sandoy varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring. Illgruni var um, at alt ruggaði ikki rætt, tí hann koyrdi so óstøðugt og tí varð hann tikin. Hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Ein annar maður varð handtikin í Havn í nátt, tí hann var so illur í sær heima við hús, at familjan mátti taka til rýmingar undan honum. Maðurin varð settur í varðhald í Klaksvík so húsfólkið kundi fara heimaftur.

 

Somuleiðis er ein maður skuldsettur fyri harðskap, eftir at hann sló kvinnuna, hann helt saman við.