Tók Føroya elsta met

Sighild Joensen úr Ægir setti um vikuskiftið met í 200 m á stuttgeil. Mynd: Símun á Høvdanum

Signhild Joensen úr Ægir setti um vikuskiftið met í 200 m ryggsvimjing við tíðini 2:14.74.

Metið, sum Elspa Mørkøre setti í oktobur 2007 í danskari meistarakapping á stuttgeil, var, áðrenn Signhild tók tað, Føroya elsta einstaklinga met á stuttgeil.

– Hetta er eitt met, sum eg havi roynt eftir leingi, og sum hevur verið eitt stórt mál hjá mál mær, eisini tá eg var yngri, sigur Signhild Joensen.

Hon sigur, at tey í Ægir í løtuni eru í tungari venjing, onkutíð upp í 10 ferðir um vikuna.

– So eg eri eitt sindur ovfarin av, at eg kláraði metið, og tað gevur mær eisini góðar vónir til restina av kappingarárinum, sigur Signhild Joensen.

Fyrrverandi metið í 200 rygg varð sett á donsku meistaraskapunum á stuttgeil í oktobur 2007 og hevur staðið síðan tá, inntil Signhild Joensen tók tað um vikuskiftið.

Nú metið í 200 rygg er tikið, er elsta einstaklingamet í Føroyum 100 frí, sum Elspa Mørkøre somuleiðis eigur, ið eisini var sett á donsku meistaraskapinum á stuttgeil, í oktober 2007, men tó tveir dagar eftir.

Elsta metið yvirhøvur er 4x100 blandað á langgeil, ið var sett til SMÍ, íslendska svimjimeistaraskapið, í 2004.