Tók 90 lírar eftir vegnum

Líratíðin er nú farin at halla, men enn situr onkur líri eftir í síni djúpu holu.

Líratíðin er nú farin at halla, men enn situr onkur líri eftir í síni djúpu holu.

 

Tað er serliga í Skúvoy, Stóru Dímun og einstaka aðrastaðni í Føroyum, at menn taka líra við lykt á nátt.

 

Lítið verður tosað um líra, og einki sæst til hann í dagsljósi, tí tá situr hann kúrrur í holu síni.

 

Tað er ikki fyrr enn kvøldið kemur, at hann  kemur út - og antin flýgur av rókini ella fer inn aftur í holu sína til næsta kvøld.

 

Í Skúvoy taka menn einar 1000 lírar í vertíðini um heystið, og í Stóru Dímun plaga teir eisini at taka sær til húsbrúks, kanska einar 150 í tali.

 

Eitt serligt fyribrigdi er á Sandi, har fitt av líra dettur niður á vegirnar, og tað eru fleiri, sum liggja fram við og taka teir upp.

 

Lírin, sum dettur niður á Sandi, er ungi, sum flýgur úr holu síni í Skúvoy, blendast av gøtuljósunum á Sandi og endar á vegnum.

 

In.fo veit um mann á Sandi, sum í vertíðini í fjør tók einar 90 lírar upp á vegnum, og herfyri hevði sami maður fingið fleiri enn 50 lírar higartil í heyst.

 

Hetta eru lírar, sum eru fingnir eftir fleiri kvøldum, men bara tað eina kvøldið í fjør fekk hesin maðurin ikki færri enn 22 lírar - eftir vegnum.

 

Tað eru fleiri, ið liggja fram við á Sandi, tá kvøldið kemur, og koyrt verður kring um í bygdini at leita. Tað eru fleiri, sum soleiðis hava fingið væl av fugli.

 

Líradagur er 26. august, og nú er ein góður mánaði liðin síðan líradag. Tó er alt ikki liðugt enn, og roknast kann enn við, at nakrir lírar eru eftir at flúgva úr reiðrinum.