Við hesum er eitt 10 ára langt stríð endað, tí tað eru 10 ár síðani, at tankin um at gera sermerkta bygningin á Drelnesi til mentanarhús
Men hetta hevur eisini verið ein sermerkt tilgongd, tí bæði ein grunnur hjá Maersk, danska stjórnin og Løgtingið í Føroyum fíggja ætlanina
Men í dag varð komið so langt, at endalig váttan varð latin um, at ætlanin varð góðkend.
Hoyr Ólav Rasmussen greiða frá ætlanini við at TRÝSTA HER og trýst so á pílin undir myndini.
Í dag var so hátíðarhald í Trongisvági, har pappírini vórðu undirskrivað. Fyrst undirskrivaðu borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen og Ólavur Rasmussen undir upp á at grundin undir Salt-bygninginum skuldi avhendast frá kommununi til Saltsilogrunnin.
Síðani vórðu sáttmálar undirskrivaðar við sjey arbeiðstakarar sum hvør skal gera sín part í húsinum, til tað verður liðugt 26. februar 2015.
Sí fleiri myndir frá hátíðarhaldinum í dag við at TRÝSTA HER
Húsið kostar 58 milliónir og sigast má, at verkætlanin hevur vakt ans, tí tað er eingin annar enn fyrrverandi forsetin í Íslandi, Vígdis Finnbogadóttir, sum er verji fyri Salt.
Gamla Salthúsið, sum var ein ídnaðarkollvelting, tá ið tað varð bygt, verður nú endurreist sum ein mentanarlig avbjóðing til nútíðina, til gleði og gagns fyri almenningin, sigur Ólavur Rasmussen.
Á myndini verður tann fyrsti sáttmálin undirskrivaður, tað eru Høgni Lauritsen í TG verk, vinstrumegin og Ólavur Rasmussen, sum skriva undir ímeðan Tummas Sørensen, sum eisini er við í byggiætlanini, hyggur at.









