B71 boðar í kvøld frá, at øll loyvini hjá Patrick Toh eru komin upp á pláss. Sostatt kann hann spæla við í morgin, tá B71 er á vitjan í Klaksvík.
B71 hevur havt trupult við at fáa manning til ár, men nú tykist ganga rætta vegin. Ibrahima Camara er við, meðan loyvini hjá Patrick Toh eru komin upp á pláss.
Í løtuni liggur B71 aftast í 1.deild við ongum stigi, og hevur eina negativa málúrtøku upp á 10. Teir taptu 4-0 fyri Fc Suðuroy í fyrsta umfari, og 7-1 fyri EB/Streymi í øðrum umfari.
1.deild menn - 4. umfar:
Leygardagin:
KÍ II – B71 (15:00)
07 Vestur – AB II (15:00)
HB II – FC Suðuroy (12.30)
Víkingur – EB/Streymur II (17.00)
Sunnudagin:
NSÍ II – Giza/Hoyvík (13:00)










