Togtogan um húkin

Landsferðslunevndin vil hava standmyndina av stóra húkinum í Klaksvík tikna niðuraftur, men tað hendir neyvan Samstundis sum klaksvíkingar og fleiri onnur fegnast um helst størstu standmynd av einum húki í rundkoyringini í Klaksvík, verður tingast um, hvørt húkurin skal vera standandi har.

Tað tók drúgva tíð, frá tí at fyriskipararnir søktu um at fáa loyvi at seta standmyndina í rundkoyringina, og tá ið svarið kom frá landsferðslunevndini fyri stuttum, var tað nei.

Grundgevingin var, at ein standmynd fór at verða ferðslutrygdini til ampa, upplýsir Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki.

Hetta høvdu fyriskipararnir og Klaksvíkar kommuna ilt við at góðtaka, og tað endaði við, at Annika Olsen, landsstýriskvinna skar ígjøgnum og útvegaði loyvi til at hava standmyndina standandi í nakrar dagar í sambandi við Sjómannadagin.

Ferðslunevndin fer at taka málið upp aftur á fundi í næsta mánaði.