Togo vil sleppa við aftur

Púra óvæntað hevur Emmanuel Adebayor, liðskiparin hjá Togo, heitt á Confederation of African Football ? CAF ? um at loyva landinum upp í aftur kappingina. Hópurin fleyg annars heim til Togo í gjárkvøldið, eftir at liðbussurin varð álopin av terroristum, eitt álop, ið kostaði trimum fólkum lívið, meðan átta onnur vórðu særd.

Stjórnin í Togo heitti á liðið um at taka seg úr kappingini, og tað varð eisini gjørt.

- Vit gjørdu av at flúgva heim og syrgja í tríggjar dagar. Eftir sorgartíðina vilja vit venda aftur til Angola at taka lut í kappingini, um so er at CAF loyvir okkum við aftur, sigur Adebayor.

Ítróttaráðharrin í Togo, Christophe Tchao, segði: Leikararnir koma heim við teirra deyðu brøðrum. Vit hava biðið CAF um at skipa so fyri, at vit kunnu luttaka í kappingini seinni.

Adebayor hevur áður havt á munni, at hann ber ótta fyri trygdini hjá Premier League leikarunum hjá Fílabeinsstrondini og hjá Ghana. Bæði londini spæla dystir í Cabina, har álopið fríggjadagin fór fram.

- Hugsa vit um teir deyðu, skuldi kappingin verið avlýst, men CAF hevur tikið eina aðra støðu, sigur Emmanuel Adebayor, sum altso nú heitir á sambandið um at taka Togo inn aftur í kappingina.