Orsøkin er, at uppreistrarmenn úr Angola í gjár skutu við maskinbyrsum eftir spælarabussinum hjá Togo. Bussførarin doyði av skotunum og tveir leikarar vóru særdir. Leikararnir hava tí gjørt av, at teir ikki luttaka í ársins African Nations Cup.
- Fleiri av leikararunum vilja bara sleppa til hús. Teir hava sæð deyðan í eyguni og vilja ikki luttaka í kappingini. Eingin av okkum fær sovið eftir hendingina. Um trygdin ikki er nøktandi, noyðast vit at fara heim. Vit vilja ikki seta lívið í váða, sigur Emmauel Adebayor við Sky Sports.
Togo skuldi eftir ætlan spæla móti Gana mánadagin.