Togast í oddinum

Fótbóltur - Jógvan Isaksen var tryggur, tá hann sendi úr ellivu metrum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. KÍ vann á útivølli móti Víkingi, og er nú oddalið

Teir togast av álvara í oddinum í næstbestu deildini.
KÍ er oddalið í løtuni. Klaks­víkingar hava eitt stig fleiri enn 07 Vestur, sum spælur í kvøld.
TB er nummar trý. Teir hava eis­ini eitt stig minni enn KÍ, men hava hinvegin spælt ein dyst fleiri enn klaksvíkingar.
Soleiðis er støðan aftaná viku­skiftið.
Meðan Vodafonedeildin hvíldi seg um vikuskiftið, tí landsdystir vóru á skránni, so varð spælt í næst­bestu deildini.
Ásetingarnar siga, at teir, sum eru 21 ár og yngri, kunnu spæla við í Vodafonedeildini og 1. deild, um dyst­irnir ikki eru sama dag. Tí hjálptu fleiri yngri leikarar við á næst­besta liðnum um vikuskiftið.

Í seinastu løtu
KÍ var skert til útidystin í Leirvík. Steffan Kalsø, Høgni Madsen og Henry Heinesen vóru útvístir sein­astu vikuskiftið og vóru tí ikki tøkir.
Tað stóð nógv á klaksvíkingum, sum á Summarfestivalinum taptu 4-2 móti Víkingi.
Vanliga leiktíðin var farin, tá dómarin floytaði fyri brotssparki til KÍ. Jógvan Isaksen var tryggur. Úrslitið var 2-1.
Víkingur spældi við 10 monnum, tí Hans Jørgen Djurhuus varð út­vístur, tá fyrri hálvleikur var hálv­unnin.
Álvur F. Christiansen skoraði eisini fyri KÍ. Bárður J. Hansen stóð fyri málinum hjá Víkingi.


TB í trupulleikum
TB, sum vitjaði á Toftum, var í trupul­leikum.
Úrslitið var 1-1, og heimamenninir kendu seg ikki hava fingið tað burturúr, sum spælið og møguleik­arnir vóru til.
B68 hevur framvegis fyrsta sigurin til góðar, og TB misti týdn­ingarmikið fet í toppstríðnum. Vitjanirnar hjá tvørámonnum á Skála­fjørðinum hava verið kostn­aðar­miklar. Fyrst tapti TB í Runavík, og nú fingið teir bara eitt stig á Toftum.

Hoyvíkingar vunnu
FC Hoyvík stríðist framvegis fyri at sleppa undan niðurflyting.
Hoyvíkingar vunnu greitt 3-0, tá næstbesta liðið hjá AB vitjaði í gjár.
Jón Brekku, Ken Nónklett og Tony Rasmussen vóru málskjúttar.
Við sigrinum er bjargingar­sess­urin bara trý stig burtur hjá hoyvíkingum.
Merkisvert var tað, at Heðin Stenberg, sum hevur verið málverji á besta liðnum hjá AB í ár, var fram­herji hjá næstbesta liðnum um viku­skiftið.
NSÍ flutti seg burtur frá hótt­anina av niðurflyting, tá runa­víkingar vunnu 2-1 á heimavølli móti HB. Jann Martin Mortensen og Árni Frederiksberg skutu málini hjá heimaliðnum, og Páll Holm Jacobsen var málskjútti hjá HB.
07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18.00.