Fiskivinna
Beint áðrenn Sosialurin fór til prentingar í gjár, hittu vit Anfinn Kallsberg, løgmann, sum í síðstu viku var á ríkisfundi saman við danska forsætis- ráðharranum og grønlendska landsstýrisformanninum.
Meðan Jonathan Motzfeld var í Føroyum, nýtti løgmaður høvi at reisa málið um kongafiska- kvotuna í Irmingarhavinum yvirfyri grønlendska starvs- bróðrinum.
- Vit tosaðu um málið, og Motzfeld lovaði at taka málið upp, tá ið hann kemur yvir aftur til Grønlands.
Løgmaður veit eisini at siga, at nú Jørgen Niclasen hevur verið í Grønlandi, hevur hann eisini reist málið um kongafiskakvotuna har yviri.
- Men eg havi ikki tosað við Jørgen enn og veit tí ikki, hvat er komið burtur úr hesum, sigur løgmaður.
Togan um tulking
Anfinn veit at siga, at toganin millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar snýr seg um tulkingar av sáttmálanum millum londini.
- Vit halda, at vit eiga hasi 500 tonsini aftrat, tí veiðan hjá føroyskum og grønlendskum skipum var minni enn 8.000 tons, 10. august. Men her hanga grønlendingar seg nú í, at samlaða veiðan er nógv størri, tá ið veiðan hjá øðrum skipum, sum eisini fiska av grønlendskari kvotu, er íroknað.
Anfinn dugir tó ikki í løtuni at siga, hvat hevur verið praksis onnur ár og vísir til, at tað veit fiskimálaráðharrin, tá ið hann kemur heimaftur úr Grønlandi.
Løgmaður vónar tó, at ein loysn fæst á hesum málinum, soleiðis at Akraberg sleppur avstað aftur.
- Tað er so ógvuliga umráðandi, at vit eru samdir um tulkingarnar, tí hetta hevur so stóran týdning fyri samstarvið millum londini, sigur Anfinn Kallsberg at enda.