Toftir vilja hava rundkoyring

Ein rundkoyring, sum Nes kommuna hugsar um, fer at verða "býarportrið", sum fer at tálma ferðini hjá akførum á hesum vegastrekki

Arbeiðið við at gera ídnaðarøkið í Oyrunum á Toftum er liðugt. Hallir eru bygdar á økinum og saltgoymslan hjá M.J. Saltsølu, sum tíðliga í summar tók ímóti fyrstu lastini, stendur eisini liðug nú í heyst.
Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur í kunning til sínar borgarar, at kommunan miðjar eftir, at innkoyringin til ídnaðarøkið og havnaøkið verður skipað við eini rundkoyring, har Høganesvegur kemur oman í landsvegin.
- Tíverri er enn einki frætt frá Landsverki um hesa ætlan, og tað er Landsverk, sum skal gera rundkoyringina.
Borgarstjórin vísir á, at ein slík rundkoyring, sum kommunan hugsar um, fer at verða "býarportrið", sum fer at tálma ferðini hjá akførum á hesum vegastrekki.