Beint fyri summarfrítíðina samtykti bygdaráðið aí Nes kommunu at gera eina rammuavtalu við Bústaðir.
Kommunan hevur ognað sær matr. nr. 415o og 415p, sum er beint sunnan fyri Kris-bygningin á Toftum.
- Um verkætlanin ber á mál, keypir Bústaðir økið og fer at byggja 18+1 íbúði, sum eru ætlaðar til borgarar, ið eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.
Í Nes kommunu siga tey, at sambært ætlanini fer bygningurin at hava kjallara og tvær hæddir við p-plássum frammanfyri.
- Sambært rammuavtaluni við Bústaðir skal Nes kommuna gera økið byggibúgvið, verður lagt aftrat.
Tað er P/F Falkon, sum ger útgrevsturin, og hetta arbeiðið byrjaði á økinum í morgun. Grótið verður koyrt oman á økið innan fyri Saltsøluna.
##med2##












