Toftanes í Glas & List

Í dag klokkan 17.00, letur Sámal Toftanes upp spennandi listaframsýning í Glas & List í Havn. Til ferniseringina fer landsstýrismaðurin við mentamálum saman við øðrum at syngja

 
 


 
Í dag letur Sámal Toftanes upp listaframsýning í Glas & List í Havn.
Sámal er 59 ára gamal og býr í Leirvík. Hann hevur longu í fleiri ár roynt seg við málikustinum, og var tað í 1990, at hann rættiliga fór undir málningalistina.
Á framsýningini hesa ferð verða 20-25 akrylmálningar at síggja. Myndirnar eru naturalistiskar landslags- og fólkalívsmyndir.
Á ferniseringini fer landstýrismaðurin við mentamálum, Jógvan á Lakjuni, saman við øðrum, at syngja nakrar sangir.Tað er tó ikki í almennari tænastu, at landstýrismaðurin fer at syngja, men orsaka av, at hann og listamaðurin eru góðir kenningar.
Hini, sum fara at syngja, eru, Paula Jespersen og Bárður á Lakjuni.
Framsýningin verður opin allan desembur mánaða.