B68 hevur av álvara meldað seg inn í oddastríðið. Teir vunnu í kvøld 2-1 á ÍF og tað gevur teimum tilsamans 24 stig. Sama stigatal hevur Víkingur á øðrum plássi, sum í dag mátti lúta 2-3 fyri HB í Gøtu. Harvið hevur HB økt um stigamunin, soleiðis at tað nú eru átta stig niður til Víking og B68.
Aftanfyri Víking og B68 er NSÍ, sum tapti 1-2 fyri EB/Streymi í gjár.
Í hinum endanum á stigatalvuni fekk KÍ ársins fyrsta sigur! Teir vunnu 0-2 á Argjum og fóru sostatt framvið 07 Vestur á stigatalvuni, sum tapti 2-3 fyri B36 í gjár.
Støðan í Vodafonedeildini nú øll liðini hava spælt 13 dystir er henda:
HB 32
Víkingur 24
B68 24
NSÍ 23
EB/Streymur 19
B36 16
AB 14
ÍF 12
KÍ 8
07 Vestur 7
Úrslitini í 13. umfari vóru hesi:
B68 ? ÍF 2-1 (1-1):
0-1: Jóhan Símun Edmundson
1-1: Alexander Jovevic
1-2: Jóhan Símun Edmundson
Víkingur ? HB 2-3 (1-1):
0-1: Mortan úr Hørg
1-1: Finnur Justinussen
2-1: Finnur Justinussen
2-2: Bjarni Jørgensen
2-3: Andrew av Fløtum
AB ? KÍ 0-2 (0-1):
0-1: Kristoffur Jacobsen
0-2: Erland B. Danielsen
NSÍ ? EB/Streymur 1-2 (0-1):
0-1: Hans Pauli Samuelsen
0-2: Bárður Olsen
1-2: Óli Hansen
B36 ? 07 Vestur 3-2 (0-1)
0-1: Tór-Ingar Akselsen
1-1: Magnus Olsen
2-1: Bogi Hermansen